Ískoytistryggingar

Ískoytistryggingar
Øll hava ikki sama tørv á trygging til bilin. Tí ber til at knýta nakrar ískoytistryggingar afturat Biltrygd. Harvið rindar tú bert fyri tað, ið tú hevur tørv á.

Bilhjálp við leigubili

Hevur tú valt ískoytisfulnaðin Bilhjálp við leigubili hevur tú møguleika fyri at fáa leigubil í sambandi við mekaniska umvæling av tryggjaða bilinum. Hevur tú Skrokk- ella Partvísu skrokktryggingina, so er eisini møguligt at fáa leigubil í sambandi umvæling av øllum skaðum, sum tryggingin fevnir um.

Bilhjálp fevnir eisini um nærum alla hjálp til bilin sum t.d. útreiðslur til kranabil, tænastubil og starthjálp í samband við óhapp, motorsteðg ella líknandi. Hetta er galdandi fyri tann tryggjaða bilin og tann íbundna húsvognin ella teltvognin. 


Bilhjálp er galdandi í Føroyum og uttanlands

Í Føroyum er tað Skaðatænastan hjá Trygd, sum hjálpir, soleiðis at tú skjótast til ber fært ta hjálp, tú hevur brúk fyri. 

Ert tú uttanlands, er tað Falck í Danmark, ið taka sær av, at tú eisini fært hjálp í øllum Europa. 


Parkeringstrygging

Hevur tú teknað Skrokktrygging, kanst tú velja ískoytistryggingina Parkeringstrygging.  Við hesi trygging hevur tú onga sjálvsábyrgd fyri ávísar skaðar, m.a. um onkur hevur rent á bilin og er rýmdur av staðnum, ella tá herverk er gjørt á bilin.  

Viðkomandi skjøl

  • Tak niður faldara um Biltrygd her
  • Tak niður treytirnar fyri Biltrygd her
  • Tak niður umsóknarblað fyri Biltrygd her 
  • Tak niður reyða kortið til akfarið her
  • Fá eitt óbindandi tilboð