Útbúgvingin

Um útbúgvingina


 

Útbúgvingin tekur tvey ár, og er hon býtt upp í ein praktiskan og ein teoretiskan part. 


Sjálva lærutíðina er næmingurin partur av starvsfólkatoyminum á Trygd, meðan skúlagongdin er saman við næmingum úr peningastovnum og tryggingarfeløgum. 


Skúlin verður tikin í lærutíðini. Finansraadet, Finanssektorens Uddannelsescenter og Trygd standa fyri skúlanum í felag. Øll útbúgvingin verður tikin í Føroyum. 


Útbúgvingin hevur til endamáls at geva næminginum fakliga vitan innan fíggjarheimin, samfelagsviðurskifti og tryggingar hjá bæði privat- og vinnukundum.

 

Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan og førleika til at arbeiða í eini tryggingarfyritøku. Endamálið er, at tá tú hevur lokið útbúgvingina, skalt tú sjálvstøðugt kunna ráðgeva viðskiftafólki og avgreiða flest øll viðurskifti innan skaðatrygging.

 

Tá ið lærutíðin byrjar, verður gjørd ein ætlan, sum vísir, á hvørjum økjum hjá Trygd tú skalt starvast, og hvussu leingi tú verður í hvørjum øki. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at tú fært eina so fjøltáttaða útbúgving sum gjørligt.

 


Prenta útSend við mail