
Við akfarstrygd frá Trygd hevur tú tveir ymiskar møguleikar at tryggja bilin:
Ábyrgdartryggingin er ein trygging í stigum, og vil tað siga at gjaldið avhongur av tínum aldri og koyriroyndum.
Um tú ikki hevur aðrar tryggingar í TRYGD ella ert undir 25 ár, ber bert til at tekna skrokktryggingina í stigum.
Ert tú 25 ár ella eldri, og í mesta lagi hevur havt ein skaða seinastu 5 árini, samstundis sum tú minst hevur eina aðra trygging í TRYGD, kanst tú tekna eina fastgjaldstrygging, sum fevnir um bæði ábyrgd og skrokk.
Ískoytis fulnaðir
Sum ískoyti til fastgjaldstryggingina, umframt til hægsta stig á trintrygginginig, er møguleiki at tekna hesar ískoytis fulnaðir:
• Frískaði
• Bilsakn
• Føraravanlukkutrygging
• Storm
• Eykaútgerð
• Bilhjálp
Teknar tú trygging hjá TRYGD, syrgja vit fyri, at verandi trygging verður uppsøgd.
Av tí at hetta ikki er ein fullfíggjað lýsing av akfarstryggingini, so mæla vit tær til eisini at lesa tryggingartreytirnar og faldaran fyri Akfarstrygd. Hesi kanst tú heinta niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Tak niður faldara um Akfarstrygd her
Tak niður treytirnar fyri Akfarstrygd her
Tak niður umsóknarblað fyri Akfarstrygd her