App

App til ferðatryggingar hjá Trygd


Við appini hjá Trygd kanst tú fáa hjálp og vegleiðing, um tú ert uttanlands og hevur brúk fyri tínari ferðatrygging. Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt gera í ymiskum støðum, um okkurt er hent. Tað kann t.d. vera, at tú gerst sjúk/ur, okkurt verður stolið frá tær ella títt viðføri er seinkað.  


Tak niður appina her:

Tak niður appina til iPhone   Tak niður appina til Android

 

 

Appin lýsir ferðatryggingar hjá Trygd, og er tí til viðskiftafólk hjá Trygd, ið hava teknað trygging fyri privatar ferðir uttanlands.

 

Vit gera vart við at appin ikki er ein fullfíggjað lýsing av ferðatryggingini frá Trygd, og tað til ein og hvørja tíð eru galdandi treytir hjá P/F Trygd Tryggingarfelag, ið avgera um endurgjald verður veitt ella ikki veitt. Tí skalt tú eisini altíð goyma tað tryggingarskjalið, ið er galdandi fyri tína ferðatrygging. 

 

Rís og rós til Trygd App

 

Hevur tú viðmerkingar ella spurningar til appina hjá Trygd, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Tú kanst skriva til okkara á trygd@trygd.fo