Barnavanlukkutrygd

 

Barnavanlukkutrygd til tykkara eygnastein.


 

Tíverri hendir tað eisini, at børn eru fyri einum óhappi, sum merkir teirra tilveru í styttri ella longri tíð.


Tí bjóðar Trygd Barnavanlukkutrygd, so at børnini eru tryggjað, um tey skuldu fingið ein meira álvarsaman skaða, har tey verða avlamin við í minsta lagi 5% orsaka av einum vanlukkutilburði. Um talan er um óhapp, t.d. um barnið fær tannskaða ella skaða á brillurnar, so hjálpir Barnavanlukkutrygd undir ávísum treytum eisini.

 

Tað eitt gott hugskot at tekna Barnavanlukkutrygd, tá tú fært børn. Eldri børnini verða, størri gerast vandarnir, men nógvar av teimum kunnu tit sum foreldur fyribyrgja. Til dømis kunnu tit barnatryggja kontaktir, leidningar, skáp og trappur heima hjá tykkum sjálvum. Verri er, tá tit eru úti og vitja onnur, ið ikki hava barnatryggjað sítt heim. Her kann tað vera strævið at fylgja við, tá tað lítla fer á kanningarferð.

 
Børn skulu hava loyvi til at vera børn, og av tí at tit ikki kunnu halda eyga við teimum allan sólarringin, skulu tit í øllum førum hava møguleikan at tryggja tey. 
Barnavanlukkutrygd tryggjar øll tíni børn, til tey fylla 18 ár.

 

Av tí at hetta er ikki ein fullfíggjað lýsing av barnavanlukkutryggingini, so mæla vit tær til eisini at lesa tryggingartreytirnar fyri Vanlukkutrygd. Hesi kanst tú heinta niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. 

 

Tak niður faldara um Barnavanlukkutrygd her 

Tak niður umsóknarblað fyri Barnavanlukkutrygd her

Teytirnar fyri Vanlukkutrygd sært tú undir teiginum Vanlukkutrygd



Prenta útSend við mail