Bygningar

 

 

Við bygningar skilja vit ognir, ið nýttar verða til vinnuvirksemi, útleigaðar til onnur virki ella til íbúðir.


  

Hvørjir skaðar kunnu henda við bygningunum?

  • Eldsbruni, snarljósniðursláttur ella ravmagnsskaði

  • Stormur

  • Vatnskaði, sum stendst av kavatrýsti og ógvusligum glopraregni/toybili

  • Vatnskaði, sum stendst av útstreymandi vatni fra HVS-rørútbúnaði

  • Innbrotsstuldur og herverk í sambandi við innbrotsstuldur

  • Ákoyring og skaðar vegna fallandi ella niðurdotnar lutir

 

Tí mæla vit til, at bygningar til vinnuligt virksemi í minsta lagi verða tryggjaðar móti:

  • Eldsbruna

  • Storm- og vatnskaða

 

Eisini er vert at umhugsa hesar tryggingar:

  • El-skaðatrygging

  • Glasskaðatrygging

  • Sanitettrygging

  • Restvirðistrygging

  • Rørskaðatrygging

 

Ring til Vinnudeildina á 35 81 00. Vit hjálp tykkum at finna røttu tryggingarloysnina.
 



Prenta útSend við mail