Góð ráð

Góð ráð

Myndir og kvittanir

Eitt gott ráð er at taka myndir av serligum lutum, sum t.d. málningum, smykkum, ektaðum teppum, designaramøblum og øðrum serligum lutum. Goym kvittanir fyri dýrar og serligar lutir í minsta lagi 5 ár. Avrit av myndum og kvittanum ber til at goyma í bankaboks, á persónligum goymslum á alnótini ella heima hjá familju ella vinfólki.  

Tá tú teknar tær trygging fyri títt innbúgv, so minst til at boða Trygd frá, um tú hevur innbúgv á fleiri bústøðum. 

List og aðrir serliga virðismiklir lutir

Vit mæla til, at tú boðar okkum frá, um tú eigur nógvar serligar lutir, so sum antikvitetir, designaramøblar, ektaði teppir, málningar, smykkir, nógv kjøt í frystara ella í hjallinum og aðrar lutir, ið hava stórt virði fyri teg og títt húski. 

Set heldur tryggingarupphæddina eitt sindur hægri, enn tú metir virðið vera, so hevur tú tikið hædd fyri, at virðið av tínum innbúgvi kann hækka.

Hvítvørur og baðirúmsinnbúgv

Hvítvørurnar eru tryggjaðar undir Sethúsatrygd. Býrt tú til leigu, og eigur tínar hvítvørur, so skulu hesar teljast við í tínum innbúgvi.

Vask, WC og baðikar er tryggjað undir Sethúsatrygd. Býrt tú til leigu, so hygg í tín leigusáttmála, tí summir útleigarar áleggja leigaranum ábyrgdina fyri t.d. vask, WC og baðikar. Minst til at siga Trygd frá, um tín leigusáttmáli áleggur tær ábyrgdina fyri hesum.

Hetta er ikki ein fullfíggjað lýsing av Familjutrygd. T.d hava ávísar skaðaorsøkir, m.a. stuldur, við sær avmarkingar í endurgjaldinum fyri summar lutir. Tú kanst lesa meira í okkara tryggingartreytum um m.a. skaðaorsøkir, endurgjaldsupphæddir og avmarkingar í endurgjaldinum í høgra bredda.