Ein skaði hendir

 

 

Hvat geri eg tá ein skaði hendir? 


  1. Avmarka skaðan
    Sum  tryggingartakari hevur tú  skyldu til at avmarka skaðan. Hetta merkir, at tú sum skjótast, eftir at skaðin er hendir, gert títt til at fyribyrgja ella  steðga einum og hvørjum skaða sum er umfataður av tryggingini. 

  2. Fráboða skaðan til TRYGD
    Skaðin skal fráboðast til Trygd sum skjótast á telefon 358100. Síðani vegleiða vit teg um, hvat víðari skal henda í málinum.
  3. Melda skaðan til løgregluna
    Bilskaði, fersluóhapp, stuldur, innbrot og herverkskaðar skulu boðast løgregluni beinanvegin.
  4. Um skaðin hendir aftaná vanliga arbeiðstíð
    Um skaðin hendir aftan á vanliga arbeiðstíð, og tú hevur tørv á bráðfeingis hjálp, kanst tú ringja til skaðatænastuna hjá TRYGD telefon 321312.
  5. Um ein skaði hendir uttanlands
    Ferðatryggingarskaðar skulu fráboðast til Gouda á telefon (+45)4425 8100
    Minst til at hava tað bláa kortið við (Travel insurance card).
    Um skaði kemur á títt viðføri, viðførið er seinkað, ella tað verður stolið í samband við flogferð, so set teg í samband við kunningardiskin á flogvøllinum. Tú skalt hava eitt PIR skjal frá kunningardiskinum, tá tú meldar hetta til Trygd.
    Um tú ert uttanlands, so skalt tú melda stuldur og innbrot til nærmastu politistøð.
    Um tú  fært skaða á tín bil, og bilurin er skrokktryggjaður, so kanst tú ringja til SOS International á telefon (+45) 7010 5050.
    Um bilurin er skrokktryggjaður, so minst til tað reyða kortið; tað er títt prógv fyri at bilurin er skrokktryggjaður.
    Um bilurin er ábyrgdartryggjaður, er tað týdningarmikið at fáa navn, bústað, telefonnummar, nummarplátu og navn á tryggingarfelag hjá mótpartinum.
    Um bilurin er ábyrgdartryggjaður, so minst til tað grøna kortið, tað er títt prógv fyri at bilurin er ábyrgdartryggjaður.
    Um tú hevur Trygd bilhjálp, so kanst tú ringja til Euroservice á telefon       (+45) 7942 4242
  6. Ferðsluóhapp skal meldast til politiið beinanvegin. Eisini skulu stuldur, innbrot og herverkskaðar meldast..

Legg til merkis:

  • At tað er umráðandi, at ein skaði ikki verður umvældur, fyrrenn hann er sýnaður av TRYGD, ella at tú hevur fingið góðkenning frá TRYGD um, at skaðin kann umvælast.
    Verður skaðin umvældur uttan góðkenning frá TRYGD, kann tað føra til møguligt endurgjaldskrav.
  • Skaðin skal Legg tilmerkis at TRYGD kann vísa frá sær skrokkskaðar, um felagið ikki hevur móttikið fráboðan um skaðan í seinasta lagi 14 dagar eftir skaðadagin, ella um skaðin ikki er fráboðaður løgregluni.
  • Keypskvittan ella annað skjalprógv fyri tann lutin, ið er stolin, skal latast inn til okkum saman við skaðafráboðanini og kvittanini frá løgregluni.
  • Endurgjaldsrætturin fyri súkklustuldur er treytaður av, at:
    - stellnummarið á súkkluni kann upplýsast.
    - súkklan var útgjørd við føstum lási, góðkendum av Dansk Varefakta Nævn ella tryggingarfelagnum.
    - lásaprógv verður sent okkum, saman við skaðafráboðanini og kvittanini frá løgregluni.
     



Prenta útSend við mail