Eitt sindur av søgu

 

Trygd varð stovnað  í 1932, og er harvið elsta tryggingarfelag í landinum.

 


 
Størsta partin av tíðini síðani stovnanina hevur Trygd tó ikki kunnað selt tryggingar, tí frá 1940 til 1997 – í 57 ár - var einkarrættur á føroyska tryggingarmarknaðinum.

 

 

Trygd fekk ikki lut í hesum einkarrætti, sum tó loksins varð tikin av 1. januar 1997.

Føroya Banki setti tá nýggjan pening í felagið, og 2. februar 1998 fór Trygd aftur undir at selja tryggingar.
 
Frá byrjan bjóðaði Trygd familju- og sethúsatryggingar.

 

Á sumri í 1998 kom Trygd við eini nýggjari og bíligari ferðatrygging, og í 1999 varð tryggingarútboðið víðkað til eisini at fevna um biltryggingar og tryggingar til vinnuna.

 

Við ársbyrjan í 2000 fór Trygd undir at bjóða fram ískoytistrygging til biltryggingina, og við árslok 2000 varð eisini farið undir at tekna sjóvátryggingar. Við ársenda 2008 var tó hildið upp at við at teknað sjóvátryggingar fyri størru skipini.

 

Í 2001 fór Trygd undir at tekna tryggingar til smábátar og eisini fyri flutning.

Trygd byrjaði í 2005 at tekna arbeiðsskaðatryggingar, og í 2006 varð farið undir at selja privatar vanlukkutryggingar.

 
Í dag teknar Trygd sostatt flest allar skaðatryggingar innan privat- og vinnuøkini.



Prenta útSend við mail