Familjutrygd

Familjutrygd umfatar teg og títt húski. Innbúgv- og ábyrgdartryggingin er altíð í hesari tryggingini, og herumframt kanst tú sjálv/ur velja at seta tryggingina saman av ymiskum valmøguleikum. Hesir valmøguleikar eru m.a. ferða-, hunda,- og hjálparfólkatrygd.

 


 
Familjutrygd er innbúgvs- og ábyrgdartrygging fyri teg og húskið.
 
Ábyrgdartryggingin umfatar ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur kann ábyrgjast fyri.
 
Innbúgvsparturin er ein góð og einføld trygging fyri títt privata innbúgv. Hon er eisini galdandi, tá tú ert uttanlands í upp til 3 mánaðir.

 

Serligt innbúgv, so sum fartelefonir, eru eisini umfataðar av innbúgvstryggingini hjá Trygd. Fartelefonirnar eru tryggjaðar móti somu skaðaorsøkum sum títt innbúgv. Hesar orsøkir eru m.a. skaði av eldi, el-skaði, vatni, stormi ella stuldri.

 

Akkurát sum annað innbúgv, so er fartelefonin ikki umfatað av tínari Familjutrygd, um tú t.d. missur hana og skermurin brotnar. Hjá Trygd ber til at tekna ískoytistryggingina Óhapstrygd, ið fevnir um slíkar brádligar skaðar. Les meira um Óhapstrygd her

 

Hevur tú útibúgvandi børn undir 21 ár, sum búgva til leigu, og tey ikki hava børn og ikki búgva saman við øðrum, so eru tey eisini umfataði av tínari Familjutrygd. Sostatt hava tey eisini bæði eina innbúgv- og ábyrgdartrygging.

 

Familjutrygd kann víðkast til at fevna um meiri enn omanfyri nevnda, soleiðis at tryggingin kann setast saman til júst tín tørv. Sí hesi tilval niðanfyri.
 
Tilval til familjutrygd:
 - Ársferðatrygd, ið er íroknað avboðstrygging. Les meira um Ferðatrygd
her
 - Hjálparfólkatrygd

 - Óhapstrygd. Les meira um Óhapstrygd her

 - Tøknitrygd. Les meira um Tøknitrygd her
 - El-skaðafulnaður
 - Hundaábyrgdartrygd
 - Hundalívstrygd

 

 

Ynskir tú at tekna trygging hjá Trygd, avgreiða vit, at núverandi trygging verður uppsøgd í verandi tryggingarfelag.
 
Av tí at hetta ikki er ein fullfíggjað lýsing av familjutryggingini, so mæla vit tær til eisini at lesa tryggingartreytirnar og faldaran fyri familjutrygd. Hesi kanst tú heinta niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. 
 

Tak niður faldara um Familjutrygd her. 

 

Tak niður treytir fyri Familjutrygd her.

 

Tak niður umsóknarblað fyri Familjutrygd her.

 

 

Prenta útSend við mail