Familjutrygd

Familjutrygd
Familjutrygd fevnir um teg og títt húski. Innbúgv- og ábyrgdartryggingin er altíð í hesari tryggingini.

Tú kanst velja at seta tryggingina saman av ymiskum valmøguleikum eftir egnum ynski. Hesir valmøguleikar eru m.a. ferða-, hunda,- og hjálparfólkatrygd. 


Ábyrgdartryggingin

Tryggingin fevnir um ta ábyrgd, ið tú sum privatpersónur kann ábyrgjast fyri.


Innbúgvsparturin

Er ein góð og einføld trygging fyri títt privata innbúgv. Hon er eisini galdandi, tá tú ert uttanlands í upp til 3 mánaðir.


Serligt innbúgv

Eitt nú fartelefonir, eru eisini umfataðar av innbúgvstryggingini hjá Trygd. Fartelefonirnar eru tryggjaðar móti somu skaðaorsøkum sum títt innbúgv. Hesar orsøkir eru m.a. skaði av eldi, el-skaði, vatni, stormi ella stuldri. Akkurát sum annað innbúgv, so er fartelefonin ikki umfatað av tínari Familjutrygd, um tú t.d. missur hana og skermurin brotnar. Hjá Trygd ber til at tekna ískoytistryggingina Óhapstrygd, ið fevnir um slíkar brádligar skaðar. Les meira um Óhapstrygd her.

Eigur tú útibúgvandi børn undir 21 ár, sum búgva til leigu, og tey ikki hava børn og ikki búgva saman við øðrum, so eru tey eisini umfataði av tínari Familjutrygd. Sostatt hava tey eisini bæði eina innbúgv- og ábyrgdartrygging. Familjutrygd kann víðkast til at fevna um meiri enn omanfyri nevnda, soleiðis at tryggingin kann setast saman til júst tín tørv. Sí hesi tilval niðanfyri.


Tilval til familjutrygd

  • Ársferðatrygd, ið er íroknað avboðstrygging. Les meira um Ferðatrygd her.

  • Hjálparfólkatrygd

  • Óhapstrygd

  • Tøknitrygd

  • El-skaðafulnaður

  • Hundaábyrgdartrygd

  • Hundalívstrygd

Ynskir tú at tekna trygging hjá Trygd, taka vit okkum av at uppsiga verandi tryggingar í øðrum tryggingarfelag. Les meira um Familjutrygd í faldara og treytum, sum kunnu takast niður í høgra bredda.

Viðkomandi skjøl