Ferðatrygd

Út í heim? Tað er bara Ferðatrygd frá Trygd, sum gevur tær hesar fyrimunir, tá tú skalt uttanlands:

  1. Ferðast upp í 60 dagar
  2. Eingin eyka transfertíð
  3. Avboðstrygd er altíð við

 


 

Hjá Trygd ber til at tryggja teg bæði undan fráferð og meðan tú ert og ferðast.  Skulu tit ferðast sum familja, bólkur ella sum einstaklingar, so hevur Trygd røttu ferðatryggingina. Ársferðatrygd, Stakferðatrygd, Avboðstrygd  – valið er títt.

 

Ársferðatrygd – alt í einum 

Trygd hevur lagt Ársferðatrygd og Ársavboðstrygd saman til eina felags trygging - Ársferðatrygd.  Vit hava valt at býta ferðastøðini í tveir meginbólkar - Europa og Allur heimurin. Nú tryggja vit teg, bæði áðrenn tú fert avstað, og meðan tú ert og ferðast – alt í somu trygging. 

 

Við Ársferðatrygd slepst undan at hugsa um ferðatrygging, hvørja ferð tú ella húskið skulu út at ferðast. Hendan ferðatryggingin umfatar alt húskið, og er galdandi fyri allar privatar frítíðarferðir, íroknað lestrarferðir og lestrarørind, upp í 60 dagar. Vit gera vart við, at um tú ynskir at tekna Ársferðatrygd, skalt tú hava Familjutrygd frá Trygd. Avboðstrygd er altíð við, og vit krevja ikki eyka transfertíð, um tú steðgar á einum flogvølli og skalt ferðast víðari.

 

Ferðast tú í longri tíðarskeið, ella ferðast tit sum bólkur, set teg so í samband við Trygd.

 

Stakferðatrygd og Avboðstrygd 

Ferðast tú ikki so ofta, er Stakferðatrygd ein góður møguleiki. Tú kanst velja millum fulnað í Norðurlondum og Stórabretlandi, Europa ella í øllum heiminum. Kostnaðurin fyri Stakferðatrygd veldst um, hvagar leiðin gongur, hvussu nógv fólk skulu avstað, og hvussu leingi ein er burturstaddur. 

 

Teknar tú Stakferðatrygd, minst so til eisini at tekna Avboðstrygd. 

 

 

Ynskir tú at tekna eina ferðatrygging, so set teg í samband við Trygd, so vegleiða vit teg um Ferðatrygd.

 

 

Medisinsk undanmeting

Hevur tú eina verandi ella varandi (kroniska) sjúku og skalt út at ferðast, set teg so altíð í samband við Trygd áðrenn fráferð. 

Ert tú í hesi støðu, so eru serligar treytir galdandi, um tú gerst sjúkur á ferðini. Eitt serligt skjal skal útfyllast av tínum lækna, og tað skal góðkennast av Trygd í minsta lagi 14 dagar áðrenn fráferð.

Skjalið eitur ”Medisinsk undanmeting” og tú finnur tað við at trýsta á leinkjuna niðast á hesari síðuni. 

 

Trygd Emergency Centre

Hevur tú brúk fyri tínari ferðatrygging, so kanst tú ringja til Trygd Emergency Centre, óansæð hvar í verðini tú ert. Telefonin svarar 24 tímar um døgnið, 365 dagar um árið. 

 

Telefon (+45) 44 25 81 00

 

Fax (+45) 33 15 60 61

 

 

 

 

Av tí at hetta er ikki ein fullfíggjað lýsing av ferðatryggingini, so mæla vit tær til eisini at lesa tryggingartreytirnar og faldaran fyri Ferðatrygd. Hesi kanst tú heinta niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. 

 

Tak niður faldara um Ferðatrygd her

Tak niður treytir fyri Ársferðatrygd her

Tak niður skjal um Landafrøðilig økið til Ársferðatrygd her

Tak niður skjal um medisinska undanmeting (forhåndsgodkendelse) her

Tak niður treytir fyri Einsæris frítíðarferðatrygd her

 


Prenta útSend við mail