Flutningstrygd

Skjótt er at skaði kann henda undir flutningi, og TRYGD bjóðar sjálvsagt eisini flutningstryggingar bæði til feløg og privatpersónar.


 

Til ber at tekna einstakar flutningstryggingar, tá eitthvørt skal flytast antin innanlands, til landið ella av landinum. Somuleiðis eru vit til reiðar at gera fasta avtalu um trygging av flutningi, sum er tillagað júst tínum tørvi.

 

Mett verður um tryggingartørvin í hvørjum einstøkum føri, fyri at vit á tann hátt kunnu bjóða nøktandi trygging til einhvønn flutning.

 

Trygd leggur áherðslu á at veita góða og nágreiniliga ráðgeving, fyri at geva tryggingartakarunum greitt yvirlit yvir hvørjir tryggingarmøguleikar eru, og hvat tryggingin fevnir um.

 

Vend tær til Trygd og fá eitt óbindandi prát um møguligar tryggingarmøguleikar.

 

 

 

Prenta útSend við mail