Góð ráð til uttanlandsferðina

Tá tú skalt ferðast uttanlands, er nógv ymiskt at hugsa um.


 

Kanska hugsar tú mest um ferðamálið, veðrið og upplivingarnar, ið standa fyri framman. Tað er tó eisini umráðandi at minnast til tryggingina. Tað er lættari at njóta ferðina, tá tú veitst, at tú hevur fyrireikað teg væl. 

 

Hevur tú hugsað um alt?

  • Ferðaseðil
  • Ferðatrygd
  • Pass (minst til at kanna í góðari tíð, um passið er galdandi, ella um tað skal endurnýggjast
  • Visum (galdandi fyri ávís lond)
  • Gjaldoyra og gjaldskort  
  • Reyða ella grøna kortið, um tú fert uttanlands í bili
  • Koppsetingar
  • Heilivágur
 

Hevur tú røttu tryggingina?

 

Minst til at kanna, um tú hevur røttu ferðatryggingina, áðrenn tú fert av landinum. Eisini er umráðandi, at tryggingin fevnir um røttu landafrøðiligu økini, har tú skalt ferðast. Við Ársferðatrygd frá okkum kanst tú velja millum hesi øki: Evropa ella allan heimin. Eisini ber til at tekna tryggingar til einstakar ferðir.
 
Ferðatrygd veitir t.d. endurgjald, um tú gerst sjúk/ur ella fært skaða á ferðini. Eisini ber til at fáa endurgjald, um viðførið verður seinkað. Les meira um Ferðatrygd her
 
 

Hav Trygd appina við á ferðini

 

Við okkara app kanst tú skjótt og lætt fáa hjálp og vegleiðing, um tú ert uttanlands og hevur brúk fyri tínari ferðatrygging. Appin eitur “Trygd” í App Store, og hon er ókeypis.
 

 



Prenta útSend við mail