Góð ráð

Ferðatrygging


Minst til at kanna um tíni tryggingarviðurskifti eru í lagi, tá tú fert at ferðast. Kanna eftir, um tú hevur ferðatrygging, og um ferðatryggingin er galdandi í tí landi, tú ferðast til. Minst altíð til passið og ferðatryggingarkortið frá Trygd. Ferðast tú uttanlands í bili, minst so til tað reyða ella tað grøna kortið. Um tú fert uttanlands við húsvogni og hesin hevur skrokktrygging frá Trygd, so skalt tú eisini hava tað reyða tryggingarkortið við á ferðini.


Í Ársferðatrygd hjá Trygd er bæði ferðatrygging og avboðstrygging í somu trygging. Um tú ferðast sjálvdan, so ber eisini til at tekna stakferðatrygging, men her mást tú minnast til at tekna tær eina avboðstrygging í seinasta lagi, tá ferðin verður bíløgd/keypt, ella tá depositum verður goldið.


Heimurin er stórur og fullur av spennandi upplivingum, so ring til Trygd á 358100 ella skriva til okkara á
trygd@trygd.fo
,so leiðbeina vit teg, so tú ferðast trygt við okkara Ferðatrygd.

 

Onnur trygdarráð

 

Tryggingar til húsvognin

Nú gongur ímóti ljósari tíðum og stundir eru til, at húsvognurin skal gerast klárur til summarið. Her kanst tú lesa eitt sindur um tær tryggingar, sum eru góðar at hava, um innbrot er í, ella skaði kemur á húsvognin.

 

Tryggingin hjá Trygd fyri húsvognar umfatar bæði skokk- og ábyrgdartrygging. Skrokktryggingin veitir endurgjald fyri skaðar, ið henda á sjálvan húsvognin (umframt stuldur og rán av húsvogninum), meðan ábyrgdartryggingin fevnir um tað ábyrgd, tú sum eigara av húsvogninum kann verða álagdur, tá húsvognurin stendur parkeraður. Tá húsvognurin er festur á krókin á tínum bili, er tað ábyrgdartryggingin hjá bilinum, sum er galdandi.

Umframt hetta er innbúgv, ið vanliga liggur í húsvogninum, tryggjað upp til 20.000 kr. ímóti skaðaorsøkunum: Eldur v.m., útstreyming av vatni, olju og køliløgi, glopraregni, toybili, stormi, kavatrýsti, ferðsluóhappi, tjóvaríi, herverki, ráni og álopi. Nærri frágreiðing og undantøk til dekningarnar síggjast í treytunum fyri húsvognar, les meira her 

 

Viðmerkjast skal tó, at skaði orsakað av stormi, orkan, melduródn og líknandi á fortjøld bert eru dekkaður í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. septembur. 

 

Innbrot í húsvogninum

Um talan er um stuldur úr húsvogninum, skal tú leggja til merkis, at ávísar treytir eru settar til hesa trygging, m.a. verða pengar, smykkir og lutir úr gull- og silvuri ikki endurgoldið.

Tí mælir Trygd fólki sum ferðast við húsvogni, til at lata lutir av einum avísum virði vera eftir við hús. Teir lutir, ið tú velur at taka við tær, skal tú goyma væl í húsvogninum. Lat teir ikki liggja frítt frammi í t.d. einum fortelti.
Minst altíð til at lata øll vindeygu aftur og stongja hurðina, tá tú fert frá húsvogninum. 

 

SOS International til húsvognar

Um tú fert uttanlands at ferðast og hevur skrokktrygging frá Trygd, so fevnir tín trygging um tryggingina frá SOS International. Tí skalt tú altíð minnast til at taka reyða tryggingarkortið við tær.

Tryggingin frá SOS International fevnir um flutning til verkstað. Um tað ikki er gjørligt at umvæla skaðan beinanvegin, so hjálpir SOS International, soleiðis at ferðin kann halda fram.

Tað reyða tryggingarkortið fæst við at venda sær til Trygd á 358100.

 

Stuldur uttanlands

Um okkurt verður stolið frá tær, meðan tú ert uttanlands, so skal stuldurin fráboðast til løgregluna á staðnum. Løgreglan í Føroyum tekur ikki ímóti hesum fráboðanum. Hendir stuldurin í Danmark, so hevur tú møguleika at fara inn á heimasíðuna hjá løgregluni í Danmark  www.politi.dk  ella tryst  her  og fráboða stuldurin. Minst til at printa kvittanina frá løgregluni út, soleiðis at avrit kann verða sent til Trygd.

 

Ferðast við bili

Skalt tú ferðast við bili, so lat ikki lutir, ið hava virði, liggja sjónliga frammi. Freista ikki tjóvar við at lata virðismiklar lutir so sum GPS´arar og Ipod liggja sjónliga frammi í bilinum. Tak lutirnar, ið hava virði, við tær, tá tú fert frá bilinum, ella lat lutirnar liggja í til dømis handskarúminum. Tað hevur týdning fyri møguligt endurgjald frá Trygd, at bilurin hevur verið læstur, tá stuldurin fór fram, og at lutirnar ikki hava verið sjónligir uttanífrá.

 

Flyta heimanífrá

Ung undir 21 ár, sum eru flutt heimanífrá, og sum ikki búgva saman við øðrum ella sum ikki eiga barn, eru umfatað av Familjutryggingini hjá foreldrunum. Ert tú 21 ár og flytir heimanífrá, so eigur tú at tekna tína egnu Familjutrygd. Vit mæla til, at tú hevur tína egnu Familjutrygd, um tú býrt í sjálvstøðugari íbúð í húsinum hjá foreldrunum, óansæð tín aldur.

Familjutrygd er tín innbúgvs- og ábyrgdartrygd. Les meira  her.

 

Heyst og vetur

Tað er um heystið og veturin, at tann mesti vindurin er, og tá hendir ofta skaði á hús og bilar. Tí er tað nú, tú skalt forða fyri álvarsligum skaðum. Góð ráð eru at beina burtur alt leyst, sum liggur rundan um húsið. Tað, sum ikki kann fáast burtur, kann kanska bindast fast. Eru trø rundan um húsið, so er best at beina fyri brákaðum greinum, sum ikki eru niðurdotnar. Siga veðurtíðindini frá stormi, so má ansast eftir, at rútar og hurðar í bilinum eru væl afturlatin.

 

Koyri varliga um veturin

Í vetrarhálvuni er týdningarmikið at minnast til, at bilurin er væl skøddur. Minst tí til at brúka røttu dekkini, at koyra varliga og eftir umstøðunum. Eisini er týdningarmikið at skava kava og ís av bilrútum, lyktum og speglum áðrenn farið verður avstað við bilinum

 

Jól

Tá pyntað verður til jóla, verður rátt til at ansa væl eftir, so skaði ikki stendst av livandi ljósum og jóladekoratiónum. Mint verður á, at 1. desembur er tann dagurin, tá øll eiga at skifta battaríini í roykvarnarunum.

 

Býrt tú til leigu

Býrt tú til leigu, so minst til at kanna eftir um tín leigusáttmáli áleggur tær ábyrgdina fyri skaða á hvítvørur, vask, WC og baðikør. Vanliga verða hesi tryggjað undir Sethúsatrygd, men summir leigusáttmálar áleggja leigaranum ábyrgdina av hesum, og tú kanst tí velja at tryggja hesar lutir í tínari innbúgvstrygging. Minst til at siga Trygd frá, um tín leigusáttmáli áleggur tær hesa ábyrgd.

 

 

Trygd hugsar um teg.



Prenta útSend við mail