• Gott hálvár hjá Trygd

    Gott hálvár hjá Trygd

    Gongdin í fyrra hálvári 2017 hevur verið góð hjá Trygd. Hálvársroknskapur felagsins vísir, at úrslitið áðrenn skatt gjørdist 5,1 mió. kr., og hetta samsvarar væl við væntanirnar.

    "Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár, sum m.a. vísir væl hægri inntøkur frá tryggingargjøldum. Góða gongdin hjá Trygd hongur neyvt saman við góðu búskaparligu gongdini í føroyska samfelagnum sum heild," sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

    Samstundis sum fólkatalið veksur, vaksa ognirnar í føroyska samfelagnum eisini, og harvið verður meira at tryggja. Seinastu árini hevur Trygd ment fleiri nýggjar og nútímans tryggingar, og hetta hevur eisini havt øktar inntøkur við sær. Bruttotryggingargjøldini hjá Trygd eru hækkað við 7,1 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

    Fleiri skaðar enn í fjør

    Skaðagongdin hevur higartil í ár verið á sama støði, sum væntað varð við ársbyrjan, og Trygd hevur ikki verið stórvegis rakt av einstøkum stórum skaðum. Útreiðslurnar í sambandi við skaðar eru 29,5 mió. kr., og hetta er 7,8 mió. kr. hægri enn sama tíðarskeið í 2016. Í fjør vóru skaðaútreiðslurnar fyri fyrra hálvár 21,7 mió. kr., og talan var tá um eitt óvanliga gott hálvár, hvat skaðum viðvíkur.

    Tryggingartekniska úrslitið fyri fyrra hálvár var 4,9 mió. kr. samanborið við 10,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Tryggingartekniska úrslitið verður brúkt til at vísa úrslitið uttan íløguavkast. Tað vil siga, at tryggingartekniska úrslitið vísir, hvussu sjálvt kjarnuvirksemið hjá felagnum stendur seg.

    Góð útlit fyri seinna hálvár

    Trygd væntar, at harða kappingin millum føroysku tryggingarfeløgini fer at halda fram, og at umsetningurin fer at hækka nakað í seinna hálvári. Felagið væntar, at ársúrslitið verður 8-10 mió. kr., treytað av at skaðagongdin heldur sær á verandi støði. Eginogn felagsins var 72,1 mió. kr. við hálvárslok, og hetta verður mett at vera nøktandi.

    Hálvársroknskapurin í stuttum

    - Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 5,1 mió. kr. samanborið við 11,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Hálvársúrslitið eftir skatt var 4,1 mió. kr. samanborið við 9,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Tryggingartekniska úrslitið var 4,9 mió. kr. samanborið við 10,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

    - Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 7,1 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør og eru nú  62,3 mió. kr.

    - Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 37,1 mió. kr. samanborið við 33,8 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.  

    - Bruttoskaðaprosentparturin var 66,4% samanborið við 47,7% sama tíðarskeið í fjør.

    Nærri upplýsingar

    Janus Thomsen, stjóri: telefon 358 101, teldupostur: jat@trygd.fo

     

    Til ber at lesa roknskaparfrágreiðingina fyri fyrra hálvár 2017 her.