Hundatrygd

Hundatrygd
Hjá okkum kanst tú tekna áyrgdartrygging og lívstrygging til hundin.

Eigur tú hund, áleggur lógin tær at ábyrgdartryggja hundin. Teknar tú Hundaábyrgdartrygd hjá okkum, tekur tryggingin við, um hundurin ger skaða á onnur ella lutir hjá øðrum.

Tryggingin fevnir ikki um skaðar á lutir, sum tú ella onnur í húskinum eiga, læna ella hava í varðveitslu.

Harumframt er vert at leggja til merkis, at tað er tann, ið ansar hundinum, ið hevur ábyrgd av teimum skaðum, sum hundurin ger. Tað vil siga, at um hundurin í eitt tíðarskeið verður ansaður av øðrum persóni enn tær og tínum húski, so hevur viðkomandi ábyrgd av møguligum skaðum, ið hundurin ger.  

Lívstrygging

Tú kanst eisini tekna Hundalívstrygd til hundin. Hundalívstrygd veitir endurgjald, um hundurin doyr orsakað av sjúku ella vanlukku. Tryggingin tekur eisini við, um djóralæknin mælir til at avlíva hundin vegna sjúku ella vanlukku.  

Tekna tryggingina í dag

Ynskir tú at tryggja hundin, skalt tú bert fylla út umsóknarblaðið í høgra bredda. Hevur tú spurningar, ert tú eisini vælkomin at seta teg í samband við okkum. 

Viðkomandi skjøl