Hvat kanst tú vænta tær?

 

Tað er okkara uppgáva at nøkta tørvin hjá tær ella fyritøku tíni við at bjóða tryggingar, sum geva tryggleika, veita góðan fulnað, og eru lættar at skilja.

 

 


Tað er týdningarmikið, at treytirnar fyri, nær fulnaður verður veittur, eru greiðar og lættar at skilja, soleiðis at tú beinanvegin veitst, hvat tú kanst vænta, tá skaðin er hendir.
 
Harafturat leggja vit sera stóran dent á at veita eina so góða tænastu sum gjørligt. Vit kunnu nøkta nærum einhvønn tørv innan trygging, bæði privat og vinnuligt.

Okkara starvsfólk eru serkøn á sínum øki, soleiðis at tey kunnu veita eina so holla og munadygga ráðgeving og tænastu sum gjørligt.
 
Trygd er eitt minni tryggingarfelag, ið hevur lagað sínar mannagongdir eftir at nøkta tørvin á tryggingum á ein professionellan hátt.

Í tann mun tað er møguligt er tað sama starvsfólki, ið hevur um hendi tíni tryggingarviðurskifti.

Tá ið skaði hendir, leggja vit okkum á sama hátt eftir, at starvsfólki ið viðgerð er tað sama, til málið er avgreitt – hetta fyri at tryggja ta bestu tænastuna.
 
Vit leggja stóran dent á at avgreiða mál okkara so skjótt sum til ber. Minni skaðar kunnu vit ofta avgreiða gjøgnum telefon. Harvið sleppur tú undan at skriva eina skaðafráboðan.

Hendir ein skaði, kanst tú gjøgnum Skaðatænastuna fáa hjálp alt samdøgrið, allar dagar – alt árið. Ber ikki til gjøgnum telefon at fáa hjálp, vil hjálp undir vanligum umstøðum vera frammi innan fyri ein tíma.

Hendir ein stórur skaði á til hús tíni, er Trygd hjá tær skjótast møguligt, og hjálpir tær við at fáa innivist og pening til keyp av klæðum og mati. Trygd eigur eini hús í Tórshavn, sum verða nýtt til innivist. Húsini hava allan vanligan húsbúnað.

Hendir skaðin, meðan tú ert stødd/staddur uttanlands, kanst tú fáa hjálp gjøgnum eitt altjóða samskiftisnet.
 
Er tín trygging teknað við eini sjálvsábyrgd, rindar Trygd fyri umvælingina, t.d. til eitt bilverkstað, uttan at draga upphæddina av sjálvsábyrgdini frá. Hetta er ein fyrimunur fyri teg og bilverkstaðið. Sjálvsábyrgdin verður uppkravd frá tær seinni.

Sama er galdandi fyri vinnurekandi, sum eru MVG- skrásett. Her rindar Trygd eisini fyri MVG-upphæddina, til tann sum hevur umvælt skaðan, og uppkrevur aftaná MVG-upphæddina frá fyritøkuni.
 
Hetta kalla vit góða tænastu.



Prenta útSend við mail