Kærur

Soleiðis ber til at kæra

Um tú ikki ert nøgdur við eina avgerð, ið Trygd hevur tikið í einum ávísum máli, ber til at kæra avgerðina. Tú kanst skriva til:

Trygd Tryggingarfelag
Att.: Kæruábyrgdarin
Húsagøta 3
Postboks 44
110 Tórshavn

Tú kanst eisini senda kæruna á teldupost adressuna: klaga@trygd.fo

Kæran verður viðgjørd beinanvegin, og vit miðja eftir at geva tær eitt skjótt svar. Tó má hædd verða tikin fyri, at summi mál eru torførari at viðgera enn onnur, samstundis sum kærutíðin kann verða ávirkað av, hvussu nógv mál eru til viðgerðar. Vit miðja tó eftir, at tú fært svar innan 14 dagar.

Vinarliga greið frá málinum so gjølla sum til ber, tá hetta kann lætta um málsviðgerðina. Greið frá, hví tú ert ónøgdur við avgerðina, og hvussu tú ynskir málið avgreitt. Legg somuleiðis øll týðandi skriv/skjøl við kæruni. Um so er, at vit hava brúk fyri fleiri upplýsingum, seta vit okkum í samband við teg.


Um tú framvegis ikki ert nøgd/ur við avgerð okkara

Um tú, eftir at kæran er viðgjørd, framvegis ikki ert nøgd/ur við avgerð okkara, kanst tú kæra til:

Ankenævnet for Forsikring, sí teirra heimasíðu her
Oyðiblað til kærur til Ankenævnet for Forsikring finnur tú her

Ankenævnet for Forsikring viðgerð bert kærur yvir egnar privatar tryggingar, og akfarstryggingar (sjálvt um talan er um vinnuakfør). Ein treyt fyri at Ankenævnet for Forsikring tekur ímóti kæruni er, at semja er roynd við tryggingarfelagið áðrenn.

Eitt kærugjald á 200,00 kr. (2012) verður kravt. Gjaldið verður goldið tær aftur, um tú fært fult ella lutvíst viðhald í kæruni.