Løn og arbeiðstíð

Næmingalønin er 14.345,50 kr. um mánaðin 1. árið og 15.939,58 kr. um mánaðin 2. árið. Tá ið tú ert vorðin tryggingaratstøðingur, er byrjanarlønin umleið 23.974,79 kr. um mánaðin. Umframt lønina, verður 4% rinda í pensjón í lærutíðini. Hesar upphæddir eru galdandi fyri árið 2016.

Meðan tú ert í læru, kemur tú at verða fevndur av hesum tryggingum: Heilsutrygging, Samlagstrygging og Trygging við hættisligari sjúku.  

Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna. Lønin og arbeiðstíðin eru ásett í sáttmála millum Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet.