Leysafæ

 

 

Við leysafæ skilja vit maskinur, amboð, vørur, og aðrar ognir, sum standa inni í bygninginum og verða nýttar vinnuligt.


  

Hvørjir skaðar kunnu henda við leysafænum?
 

  • Eldur, snarljós ella annar ravmagnsskaði

  • Vatnskaði, sum stendst av kavatrýsti og ógvusligum glopraregni/toybili

  • Vatnskaði, sum stendst av útstreymandi vatni fra HVS-rørútbúnaði

  • Innbrotsstuldur og herverk í sambandi við innbrotsstuldur

  • Ákoyring og fallandi ella niðurdotnir lutir

 

Tí mæla vit til, at fyritøkur í minsta lagi hava eina leysafæstrygging við hesum tryggingum:

  • Eld

  • Vatnskaða

  • Stuldur

      

Eisini eiga fyritøkur at umhugsa hesar tryggingar:

  • EDV Skrokk

  • Farteldur/fartelefonir Skrokk

  • Maskinur All Risk

  • Rakstrartap

  • Vøruflutningur

 

Ring til Vinnudeildina á 35 81 00. Vit hjálpa tykkum at finna røttu tryggingarloysnina.


 



Prenta útSend við mail