Meira um Óhapstrygd

 


 

Óhapstrygd er ein ískoytistrygging til Familjutrygd. Tú sært á tínum tryggingarskjali fyri Familjutrygd, um tú hevur teknað trygingina.  


Tað er ein sjálvsábyrgd galdandi fyri ein og hvønn skaða á tryggjaðu lutirnar. Sjálvsábyrgdin er nevnd í tryggingarskjalinum. 

Tað er ein treyt fyri endurgjaldi, at skaðin ger lutin óbrúkiligan, og at luturin kann latast Trygd. Aldurin á lutinum avgerð støddina á endurgjaldinum. 

Tryggingin veitir endurgjald fyri brádligar skaðar, ið ikki koma undir aðrar skaðaorsøkir ella undantøk, ið nevnd eru í treytunum fyri Familjutrygd nr. 7-02.
 
Dømi um undantøk eru m.a.:
um skadda innbúgvið er dekkað av garantii frá øðrum veitara, 
um eitt djór ger skaðan,
um skaðin bert er kosmetiskur. Kosmetiskur skaði er til dømis smáar sprekkur, skeinur og skursl og at lutir flusna.


Minst til
- at tryggingin ongantíð veitir endurgjald fyri teldur, teldlar, fotoútgerð o.a., um hetta verður skatt, tá tað er sent sum innskrivað ferðagóðs.  

Hetta er ikki ein fullfíggjað útgreining av Óhapstrygd. Ynskir tú eitt fullfíggjað yvirlit, sí grein 7.2 í tryggingartreytunum fyri Familjutrygd nr. 7-02 her
 
 



Prenta útSend við mail