Meira um Tøknitrygd

Tøknitrygd er ein ískoytistrygging til Familjutrygd. Tú sært á tínum tryggingarskjali fyri Familjutrygd, um tú hevur teknað tryggingina.  

Tryggingin fevnir um el-tól, ið kunnu bólkast sum vanligt privat innbúgv (grein 1.4.4) og serligt privat innbúgv (grein 1.4.6). Um tú hevur Tøknitrygd, so eru hesi el-tól fevnd av tryggingini, til tey eru 4 ára gomul. Tað er ein treyt fyri endurgjaldi, at skaðin ger lutin óbrúkiligan.

Tryggingin veitir endurgjald fyri allar innanífrá komandi skaðar á elektrisk tól. Tað vil siga feilir, sum henda, og sum ikki hava nakra beinleiðis skaðaorsøk, og sum ikki koma undir aðrar skaðaorsøkir ella undantøk, ið nevnd eru í treytunum fyri Familjutrygd nr. 7-02.
 
Dømi um undantøk eru m.a.:
•    Vanligt viðlíkahald, herundir uppdateringar av ritbúnaði (software).
•    Um skadda el-tólið er dekkað av garantii frá øðrum veitara.
•    Skaða orsakað av virusálopi, teldusníkum og líknandi.
•    Skaði á motorrikin urtagarðsamboð, el-skutarar og el-lutir, ið bert verður nýttir uttandura.
•    Brúkt tól, ið høvdu skaða, tá tey vórðu keypt.

Tað er ein sjálvsábyrgd galdandi fyri ein og hvønn skaða á tryggjaðu lutirnar. Sjálvsábyrgdin er nevnd í tryggingarskjalinum.

Tað er ein treyt fyri endurgjaldi, at skaðin ger lutin óbrúkiligan, og at luturin kann latast Trygd. Aldurin á lutinum avgerð støddina á endurgjaldinum.


Minst til
-at tað er týdningarmikið at goyma keypskvittanir, flytingarváttanir og líknandi skjøl,ið kunnu prógva aldurin á lutinum. Hetta tí at tað er ein treyt fyri endurgjaldi, at aldurin á skadda lutinum kann skjalprógvast.

Hetta er ikki ein fullfíggjað útgreining av Tøknitrygd. Ynskir tú eitt fullfíggjað yvirlit, sí grein 7.2 í tryggingartreytunum fyri Familjutrygd nr. 7-02 her






Prenta útSend við mail