Innsavnan og nýtsla av persónsupplýsingum.

Trygd handfer tær upplýsingar, ið vit hava fingið frá tær, við størstu virðing. Vit innsavna bert tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at tekna og umsita tínar tryggingar og veitingar, ið hartil hoyra. Talan er t.d. um:

  • Kontaktupplýsingar (navn, bústaður, teldupostadressa og p-tal)

  • Tryggingarupplýsingar (upplýsingar um hvat skal tryggjast)

  • Gjaldsupplýsingar (kontonummar og peningastovnur)

  • Upplýsingar í sambandi við tilmelding av skaðum (umframt upplýsingar um skaðagongd frá øðrum tryggingarfeløgum)

 

Vit skráseta hesar upplýsingar fyri at umsita, ráðgeva og marknaðarføra.

Umframt tær upplýsingar, tú letur okkum, kunnu vit fáa upplýsingar frá øðrum, um tú hevur givið loyvi til hetta – t.d. um tú teknar eina vanlukkutrygging, og vit hava brúk fyri heilsuupplýsingum um teg. Harafturat kunnu vit biðja um upplýsingar frá fólkayvirlitinum (í sambandi við dagføring av bústaði) og øðrum alment atkomuligum keldum og skráum. 

 

 

Víðarilatan av persónsupplýsingum

Vísandi til lógina um tryggingarvirksemi hava vit  tagnarskyldu og viðgera altíð tínar persónsupplýsingar í trúnaði.

 

Meginreglan er tí altíð tann, at vit lata ikki tínar persónsupplýsingar víðari. Tó kunnu vit sambært galdandi lóggávu hava skyldu til at lata almennum myndugleikum upplýsingar, t.d. TAKS, og tagnarskyldan fevnir ikki um vanligar kundaupplýsingar til onnur, um hesar verða nýttar í sambandi við røkt av umsitingarligum uppgávum. Upplýsingar um privatkundar at nýta í marknaðarføring verða ongantíð latnir víðari.

 

Aðrar upplýsingar um teg lata vit bert víðari, um tú gevur samtykki til tað. Eitt samtykki til víðarilatan av upplýsingum skal altíð vera skrivligt. Um tú ikki vilt geva samtykki, lata vit einans øðrum upplýsingar um teg innan karmarnar, ið lógin um tryggingarvirksemi og lógin um viðgerð av persónsupplýsingum áseta, og einans um tað er neyðugt fyri at umsita eina avtalu við teg sum kunda ella fyri at viðgera títt mál.

 

Hevur tú tilmeldað tíni tryggingargjøld til Gjaldsskipanina, verður skrásetingar- og kontonummar hjá tær upplýst fyri Nets Danmark A/S. Hetta er neyðugt fyri at gjaldingin kann gjøgnumførast sjálvvirkandi.

 

Innlit í handfaring av persónsupplýsingum

Tú kanst altíð fáa nærri upplýsingar um, hvørjar upplýsingar vit hava skrásettar um teg í løtuni, eins og tú eisini kanst rætta møguligar skeivar skrásetingar. Harumframt kanst tú altíð fáa at vita, hvussu víðfevnt eitt møgulig samtykki, ið tú hevur givið, er.

 

Tú kanst ringja til okkum á telefon 358100 ella koma inn á gólvið á Oknarvegi 5 í Tórshavn.

 

Trygd hugsar um teg.



Prenta útSend við mail