Prísur, fulnaður, góðska

 

 

Síðani Trygd kom á tryggingarmarknaðin, eru tryggingargjøldini lækkað munandi, og fulnaðurin fyri tryggingarnar er vorðin munandi betri. Hetta var neyvan hent, um Trygd ikki var komið á marknaðin.

 


Eins og vit kenna tað frá so mongum øðrum viðurskiftum, so kunnu vit samantvinna prís og góðsku, eisini tá vit tosa um tryggingar.

Tryggingarnar hjá Trygd hava ein góðan fulnað, og tú kanst vænta tær eina góða tænastu frá Trygd, antin tú vendir tær til okkara í sambandi við stovnan av trygging ella við eini skaðafráboðan.
 
Tryggingargjøldini hjá Trygd eru hóskandi í mun til fulnaðin og tænastustøði, sum vit veita og fyri okkum kemur fulnaðurin, tænastan og kundin sum heild, fram um prísin.

 
Tú skalt vita, at hjá Trygd tekna vit ikki bara tryggingar – men eisini trygd.

Tað er tí vit kunnu siga at Trygd hugsar um teg.



Prenta útSend við mail