Próvtøka

 

Um próvtøkuna


 

Undirvísingin í kravdu lærugreinunum endar við skrivligari próvtøku á 4-6 tímar. Royndin fevnir víða innan týdningarmestu partarnar av pensum. Lærari og próvdómari uttanífrá døma um uppgávuna. Fyri at tú skalt standa royndina, mást tú minst hava karakterin 02. Stendur tú ikki royndina, sleppur tú til umroynd.


Sjálv útbúgvingin endar við einari fakligari roynd, ið umfatar eina verkætlan, ið tú skalt gera. Eitt toymi ger vanliga verkætlanina. Verkætlanin skal leggjast fram munnliga. Fakliga verkætlanin verður framleidd og dømd seinasta hálvárið av útbúgvingini. Hon umfatar allar lærugreinarnar umframt starvsvenjingartíðina, so hon vísir allar tínar førleikar.

 


Prenta útSend við mail