Privat

Tryggingar
ið hóska til títt lív

Hjá Trygd kanst tú tekna allar vanligar skaðatryggingar, soleiðis at familjan, húsini, bilurin, uttanlandsferðin og alt tað leysa er væl tryggjað. Vit seta tryggingarpakkan saman, so hann hóskar til júst títt lív.
Fá tilboð

Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar

image

Familjutrygd gevur tær innbúgvstrygging og ábyrgdartrygging í somu trygging.

Tryggingin fevnir um alt húskið. Innbúgv er alt tað, sum hevði dottið úr húsunum, um tú endavendi teimum. Tað vil siga møblar, klæðir, amboð, sjónvørp o.a.

Tryggingin veitir endurgjald fyri skaðar av eldi, herverki, stuldri o.s.fr. Harumframt fevnir tryggingin um tína endurgjaldsábyrgd, um tú gert skaða á onnur ella lutir hjá øðrum. Tú kanst eisini velja fleiri ískoytistryggingar.

Les meira.

image

Sethúsatrygd er tryggingin til heimið, sum er tín mest persónliga ogn og karmurin um títt lív.

Sethúsatrygd fevnir um skaðar á húsini, og harumframt fevnir tryggingin um ta endurgjaldsábyrgd, ið tú sum sethúsaeigari kanst koma undir í sambandi við skaða á aðrar persónar ella lutir hjá øðrum.

Sethúsatrygd fevnur m.a. um harðar hvítvørur, køkin og baðirúmsinnbúgv sum t.d. vesi, vask og baðikar. Bilhús, bilskýli, úthús og tílíkt er eisini fevnt av hesi tryggingini. Hevur tú hitapott ella gosbað, kanst tú tekna eina ískoytistrygging.

Les meira.

image

Vanlukkutrygd er fíggjarliga trygdarnetið hjá tær og tínari familju, um tú fært varandi mein ella doyrt av eini vanlukku.

Tryggingin er galdandi alt samdøgrið - bæði í frítíðini, meðan tú ert til arbeiðis, í skúla ella um tú rættir øðrum eina hjálpandi hond.

Les meira.

Barnavanlukkutrygd

Hevur tú børn, kanst tú tekna teimum Barnavanlukkutrygd, sum eitt nú fevnir um tannskaðar og um brilluskaðar.

Les meira.

image

Biltrygd til tín bil

Biltrygd er ein einføld trygging, sum ger tað lætt hjá tær at velja, hvussu tín bilur skal tryggjast. Tú hevur 3 tryggingarmøguleikar:

  • ábyrgdartrygging

  • skrokktrygging

  • partvís skrokktrygging

 

 

Les meira.

image

Ferðatrygd tryggjar teg uttanlands

Við Ferðatrygd kanst tú velja millum Ársferðatrygd og Stakferðatrygd - alt eftir hvussu javnan tú ferðast.

  • Ársferðatrygd er til tín, sum ferðast javnan og gevur tær ferða- og avboðstrygging í einum.

  • Stakferðatrygd kann vera rætta valið, um tú bert ferðast sjáldan. Tá teknar tú bert tryggingina fyri teir dagarnar, tú ferðast. 

 Les meira

Skifta til Trygd? Vit hjálpa tær

Ynskir tú at skifta til Trygd, avgreiða vit alt í sambandi við skiftið fyri teg. Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg og avtala nærri.

Tú ert eisini altíð vælkomin at støkka inn á gólvið hjá okkum á Oknarvegi 5 í Havn ella á deildunum hjá BankNordik og Norðoya Sparikassa kring landið.