Produktábyrgd

 

 

Produktábyrgd veitir fulnað, tá ein vøra ella eitt arbeiði, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaðar á fólk ella lutir, aftan á at vøran ella arbeiðið er handað viðskiftafólki.

 


  

Nær veitir tryggingin fulnað?

  • Tá selt arbeiði ella seld vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvoldin til skaða á lutir hjá viðskiftafólki

  • Tá selt arbeiði ella seld vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða á fólki.

 

Hvussu verður skaðin endurgoldin?

  • Fulnaðurin fevnir um fíggjarlig krøv, sum kunnu verða áløgd virkinum ella starvsfólkunum, tí arbeiði ella vøra, sum ikki eru í lagi, verða ábyrgdað fyri skaða aftan á handan til viðskiftafólk.

 

Tí mæla vit til, at fyritøkur hava eina Produktábyrgdartrygging.


Eisini eiga tit at umhugsa Til- og viðgerðatrygging.


Ring til Vinnudeildina á 35 81 00. Vit hjálpa tykkum at finna røttu tryggingarloysnina.


 


Prenta útSend við mail