Produktábyrgd

Produktábyrgd
Produktábyrgd veitir fulnað, tá ein vøra ella eitt arbeiði, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða á fólk ella lutir, eftir at vøran ella arbeiðið er handað viðskiftafólki.

Nær veitir tryggingin fulnað?

  • Tá selt arbeiði ella seld vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða á lutir hjá viðskiftafólki.

  • Tá selt arbeiði ella seld vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða á fólk.

Hvussu verður skaðin endurgoldin?

  • Fulnaðurin fevnir um fíggjarlig krøv, sum kunnu verða áløgd virkinum ella starvsfólkunum, tí arbeiði ella vøra, sum ikki eru í lagi, eru atvold til skaða, eftir at tey eru handað viðskiftafólki.

Tí mæla vit til, at fyritøkur hava Produktábyrgdartrygd. Eisini eigur Viðgerðatrygd at verða umhugsað.

Ráðgeving við støði í tykkara tørvi

Ring til okkara Vinnudeild á 35 81 00. So hjálpa vit tykkum at finna røttu tryggingarloysnina til tykkara tørv.

Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar