Rakstrartap

 

 

Ymiskar skaðahendigar kunnu hava negativa ávirkan á umsetningin hjá virkinum. Serliga skaðar í sambandi við eld og framleiðsluútgerð kunnu viðføra, at framleiðslan verður darvað, ella at hon steðgar í longri tíðarskeið.


  

Hvørjir skaðar kunnu orsaka niðurgongd í umsetninginum?

  • Eldur í bygningi

  • Eldur ella ravmagnsskaði á framleiðsluútgerð

  • Vatnskaði, sum stendst av útstreymandi vatni frá HVS- rørútbúnaði

 

Hvussu verður skaðin endurgoldin?

  • Tað fíggjarliga tapið sum virkið fær grundað niðurgongd í umsetningi

  • Lønarútreiðslur, sum virkið er bundið av

  • Flutningsútreiðslur ella leiga av øðrum hølum

 

Tí mæla vit til, at øll virki í minsta lagi hava eina Rakstrartapstrygging, og vit meta, at tað eisini er skilagott at umhugsa eina Maskinrakstrartapstrygging
 

 

Ring til Vinnudeildina á 35 81 00. Vit hjálpa tykkum at finna røttu tryggingarloysnina.



Prenta útSend við mail