Tá ið akfar skal sýnast

Í sambandi við at ein bilur við Biltrygd hjá Trygd fær skaða, skal hesin til sýn hjá einum góðkendum verkstaði áðrenn umvælingina.

Í Trygd leggja vit stóran dent á, at verkstaðirnir veita okkara viðskiftafólkum eina góða tænastu, og tískil seta vit krøv til verkstaðirnar, sum vit samstarva við.

Minstukrøv

  • Treytir frá Arbeiðseftirlitinum verða fylgdar.

  • Umvælingar verða fylgdar eftir ásetingunum frá framleiðarunum.

  • Autotaks skipanin verður brúkt.

  • Verkstaðurin skal hava eitt pláss, har bilvrakið kann standa, til tryggingarviðurskiftini eru avgreidd, og vrakið er selt ella burturbeint.

  • Allar karrosseríumvælingar/-rættingar og lakkeringar skulu kunna gerast á verkstaðnum. Undir hetta kemur eisini umvæling/útskifting av plasti, folie, stafferingum og áskriftum. Hesar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.

  • Verkstaðurin hevur ábyrgdina av øllum mekaniskum umvælingum, undir hesum eisini sporing og tøming/áfylling av køliskipanum. Mekaniskar umvælingar skulu helst gerast á verkstaðnum. Um hetta ikki er møguligt, skal verkstaðurin syrgja fyri hesum.

  • Verkstaðurin skal hava góðkenda verkstaðstrygging.


Fyrimunarverkstaðir

Umframt góðkendu verkstaðirnar hevur Trygd gjørt serliga samstarvsavtalu viðvíkjandi sýni og umvæling av skaðum á persón- og vørubilar. Hesir verkstaðir verða nevndir Fyrimunarverkstaðir.

Umframt omanfyrinevndu krøv skulu Fyrimunarverkstaðirnir kunna skjalprógva, at teir lúka hesi krøv:

  • Víðkað krøv til leigubilar (ikki eldri enn 2 ár)

  • DTI góðkenning


Verður bilurin umvældur á einum Fyrimunarverkstaði, fært tú hesar tænastur umframt:

  • Allar lyktir og ljós verða kannað

  • Dekkini verða kannað (dekktrýst, um tey eru lóglig osv.)

  • Viskarar verða kannaðir

  • Sprinklaraløgur verður kannaður og áfyltur um neyðugt

  • Oljan verður kannað og skift, um neyðugt

  • Bilurin verður latin tær aftur í reinum og góðum standi

  • Skjal verður útfylt, sum vísir, hvat er kannað

  • Um tú hevur ískoytisfulnaðin Bilhjálp, fært tú víðkaðan fulnað fyri leigubil

 

Tú sært yvirlit yvir allar Fyrimunarverkstaðir og aðrar góðkendar verkstaðir her.