Sethúsatrygd

Trygd hevur eina góða trygging til sethús, har húsið verður nývirðistryggjað


 

 

 

Heimið er tín størsta og mest persónliga ogn. Heimið er eisini góði karmurin um teg og tína familju. Í tínum heimi er tað tú, sum ræður, og tað gevur tær vælveru og tryggleika. Tað er tó týdningarmikið at vera rætt tryggjað/ur. Eins og øll onnur kanst tú vera óheppin og koma út fyri, at ognir hjá tær, so sum títt heim, fær skaða.  Í slíkum førum kemur nývirðistryggingin Sethúsatrygd sera væl við. 

 

Endurgjald verður m.a. veitt fyri skaða av stormi-, bruna- og vatni. Umframt at veita endurgjald fyri sethúsini, veitir Sethúsatrygd eisini fulnað, um tørvur er á kreppuhjálp í sambandi við álvarsaman skaða á sethúsini, eitt nú av bruna ella tílíkum. 

 

Umframt at fevna um sjálvan bygningin, so umfatar tryggingin eisini harðar hvítvørur, antennur, parabolar, flaggstengur og skaða av leka í tryggjaðum, fjaldum rørum/kaðalum/veitingarleiðum.                                                                                        

 

Minst til vanligt viðlíkahald av tínum húsum. Meginreglan er, at goldið verður fult endurgjald fyri lutir, um teirra virði ikki er minkað meira enn 30%. Aftaná hetta kann ein niðurskriving verða gjørd. Sethúsatrygd fevnir ikki um títt innbúgv. Innbúgvstryggingin hjá Trygd eitur Familjutrygd, les meira um hana her.

 

Teknar tú trygging hjá Trygd, avgreiða vit, at núverandi trygging verður uppsøgd.

 

Hetta er ikki ein fullfíggjað lýsing av Sethúsatrygd. Um tú vilt hava neyvari kunning um tryggingina Sethúsatrygd, so kanst tú lesa meira á fíluni “Treytir til Sethúsatrygd” niðast á hesari síðuni.

 

 

 

 

Tak niður faldara um Sethúsatrygd her.

 

Tak niður treytir fyri Sethúsatrygd her.

 

Tak niður umsóknarblað fyri Sethúsatrygd her

  

Prenta útSend við mail