Sjúka og ferðing

Sjúka og ferðing
Hevur tú eina verandi ella varandi (kroniska) sjúku og skalt út at ferðast, so mást tú altíð minnast til at seta teg í samband við okkum áðrenn fráferðina.

Ert tú í hesi støðu, so eru serligar treytir galdandi, um tú gerst sjúk/ur á ferðini. Eitt serligt skjal skal útfyllast av tínum lækna, og tað skal góðkennast av Trygd í minsta lagi 14 dagar áðrenn fráferð.

Skjalið eitur ”Medisinsk undanmeting”, og tú finnur tað ovast í høgra bredda. 

Viðkomandi skjøl

  • Tak niður skjal um medisinska undanmeting (forhåndsgodkendelse) her