Sjúka og ferðing

Sjúka og ferðing

Hevur tú eina verandi ella varandi (kroniska) sjúku og skalt út at ferðast? So kann tað vera viðkomandi við eini læknaligari undanmeting.

Ert tú í hesi støðu, eru serligar treytir galdandi, um tú gerst sjúk/ur á ferðini. Sum útgangstøði ert tú ikki tryggjað/ur móti møguligum fylgjum av verandi ella varandi sjúkum, ið ikki eru støðugar, tá ið farið verður at ferðast uttanlands.

Hevur tú eina verandi ella varandi sjúku, skal sjúkan hava verið støðug í minsta lagi tveir mánaðir áðrenn fráferð, fyri at ferðatryggingin veitir fullan fulnað. Kravið er seks mánaðir, um ferðin er longri enn ein mánað. Hevur sjúkan verið óstøðug seinastu tveir mánaðirnar, hevur tú møguleikan at søkja um undanmeting fyri at kanna, um ferðatryggingin fevnir um tína sjúku.

Tað er ikki ein treyt, at tú hevur eina undanmeting, áðrenn tú ferðast, men tað er ein góður møguleiki at fáa ivamál um ferðatryggingina burtur, so tú kanst hugsavna teg um at ferðast.

Umsóknin skal fyllast út saman við tínum lækna og sendast beinleiðis til Gouda. Tú fært síðani svar um, hvussu ferðatryggingin fevnir um tína sjúku við uttanlandsferðing. 

Eru spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum áðrenn fráferðina.