Starv í Trygd

Trygd er eitt sterkt nútímans tryggingarfelag, ið bjóðar skaðatryggingar til privatpersónar og virkir.


 
Umleið 25 starvsfólk starvast í Trygd, og vit leggja stóran dent á at gagnnýta styrkirnar hjá hvørjum einstøkum starvsfólki til fulnar. Gerandisdagurin í Trygd er merktur av samstarvi og hjálpsemi, og vit raðfesta at varðveita og menna eitt gott samanhald og eitt jaligt arbeiðsumhvørvi.

 

Leys størv:

 

  • Í løtuni er einki leyst starv at søkja
     

 

Umsókn av tínum eintingum

Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn, hóast einki leyst starv er at søkja. Umsókn og lívsrensl kunnu sendast til hr@trygd.fo ella Starvsfólkadeildina, Oknarvegur 5, 100 Tórshavn. Um hóskandi starvsmøguleikar stinga seg upp, seta vit okkum í samband við teg.


Prenta útSend við mail