Stuðul

Soleiðis kanst tú søkja um stuðul frá Trygd


Trygd arbeiðir út frá virðunum at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin, og tí velja vit eisini at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til virðini hjá Trygd.

 

Vit móttaka árliga nógvar áhugaverdar stuðulsumsóknir, og ynskja vit sum felag eisini at skapa møguleikar innan t.d. ítrótt, mentan og onnur átøk kring landið.
Vit ásanna tó, at vit mugu avmarka okkum, og tí eru summi øki, vit ikki velja at stuðla.

 

Øll, ið ætlað sær at søkja stuðul frá Trygd, skulu senda okkum eina skrivliga umsókn við telduposti, har greitt verður frá:
• hvat ein søkir stuðul til
• hvørja upphædd ein søkir um
• hvat hendan upphæddin skal brúkast til
• hví mett verður at Trygd skal lata stuðul

 

Umsóknin skal sendast til marketing@trygd.fo, Viðmerk “umsókn um stuðul”.
Minst til at skriva navn, teldupost og telefonnummar á umsøkjaranum í teldupostin.

 

Hesum stuðla vit ikki:
• Fløgu- og bókaútgávum
• Námsferðum
• Átøk, ið ikki verða hildin í Føroyum
• Kommunalum ella almennum tiltøkum/átøkum

 

Søkjast má í góðari tíð
Vit viðgera allar stuðulsumsóknir seinast í hvørjum mánaði.
Tí kann tað koma fyri, at ein stuðulsumsókn ikki verður viðgjørd, um tað t.d. verður søkt um stuðul til eitt tiltak, ið liggur minni enn 2-3 vikur frá umsóknardegnum.


Trygd hevur m.a stuðlað hesum:
• Besta kvinnuliðnum hjá Neistinum
• EB-streymi
• Bragdinum
• Tú og eg ráðgevingin
• Í menniskjum góður tokki
• Innsavning til Krabbameinsfelagið
• Keypt eintøk av nýggjum fløgum, ið eru komnar út í Føroyum
• Keypt eintøk av nýggjum bókum, ið eru komnar út í Føroyum
• Deyvafelagnum
• Javna
• NEMA FM, finaludegnum í badminton, judo og borðtennis
• Finaludegnum hjá flogbóltinum
• CocaCola kappingini
• Yngru liðunum hjá 07 Vestur

 


Prenta útSend við mail