Stuðul

Stuðul

Soleiðis kanst tú søkja um stuðul frá Trygd

Í Trygd arbeiða vit altíð sambært okkara virðisgrundarlagi: dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Tí velja vit eisini at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til okkara virði.

Vit fáa á hvørjum ári eina rúgvu av áhugaverdum stuðulsumsóknum, og vit ynskja sum felag eisini at skapa møguleikar innan t.d. ítrótt, mentan og onnur átøk kring landið.
Tað er tó ikki møguligt at stuðla øllum, og tí mugu vit avmarka okkum, tá ið vit viðgera stuðulsumsóknir.

Skrivlig umsókn

Ætlar tú at søkja um stuðul, skalt tú senda okkum eina skrivliga umsókn við telduposti, har greitt verður frá:

  • Hvat stuðul verður søktur til

  • Hvørja upphædd søkt verður um

  • Hvat upphæddin skal brúkast til

  • Hví mett verður, at Trygd skal lata stuðul


Hesum stuðla vit ikki

  • Fløgu- og bókaútgávum

  • Námsferðum

  • Átøkum, ið ikki verða hildin í Føroyum

  • Kommunalum ella almennum tiltøkum/átøkum


Trygd hevur m.a. stuðlað hesum

  • H71

  • Kurvabóltslandsliðnum

  • Summarfestivalinum

  • Besta kvinnuliðnum hjá Neistanum

  • EB-streymi

  • Bragdinum

  • Tú og eg ráðgevingini

  • Í menniskjum góður tokki

  • Innsavning til Krabbameinsfelagið

  • Keypt eintøk av nýggjum fløgum, ið eru komnar út í Føroyum

  • Keypt eintøk av nýggjum bókum, ið eru komnar út í Føroyum

  • Deyvafelagnum

  • Javna

  • NEMA FM, finaludegnum í badminton, judo og borðtennis

  • Finaludegnum hjá flogbóltinum

  • CocaCola kappingini

  • Yngru liðunum hjá 07 Vestur

Søk í góðari tíð

Vit viðgera umsóknir 4 ferðir árliga.

  • Næsta viðgerð verður 8. september 2017
  • Umsóknin skal sendast til marketing@trygd.fo
  • Umsóknin skal merkjast "Umsókn um stuðul"
  • Minst til at skriva navn, teldupostbústað og telefonnummar hjá umsøkjaranum.