Tá tú skalt ferðast

Tá tú skalt ferðast
Heimurin er fullur av spennandi upplivingum, og tá ið dreymaferðin er bíløgd, er trygging kanska ikki tað, tú hugsar mest um. Minst tó altíð til at kanna um tíni tryggingarviðurskifti eru í lagi, tá tú fert at ferðast.
  • Kanna, um ferðatryggingin er galdandi í tí landi, tú ferðast til.

  • Minst altíð til passið og ferðatryggingarkortið frá Trygd.

  • Ferðast tú uttanlands í bili, minst so til tað reyða ella tað grøna kortið.

  • Um tú fert uttanlands við húsvogni og hesin hevur skrokktrygging frá Trygd, so skalt tú eisini hava tað reyða tryggingarkortið við á ferðini.

Í Ársferðatrygd hjá Trygd er bæði ferðatrygging og avboðstrygging í somu trygging. Um tú ferðast sjáldan, so ber eisini til at tekna stakferðatrygging, men her mást tú minnast til at tekna tær eina avboðstrygging í seinasta lagi, tá ferðin verður bíløgd/keypt, ella tá depositum verður goldið.

Ring til okkara á 358100 ella skriva til trygd@trygd.fo, so hjálpa vit tær.