Trygd í dag

Trygd er í dag eitt nýmótans tryggingarfelag, sum kann bjóða næstan øll sløg av skaðatryggingum innan privattryggingar og vinnutryggingar.

 


Trygd, ið er eitt fíggjarsterkt tryggingarfelag, ið nýtir altjóða góðkendar endurtryggjarar, er dótturfelag hjá BankNordik, sum eigur allan partapeningin í felagnum.

Kundarnir hjá Trygd hava tó peningasambond við allar peningastovnar í landinum.

 

Trygd veitir góðan fulnað fyri tær tryggingar, sum vit bjóða, og vit leggja stóran dent á at veita eina góða tænastu. Starvsfólk okkara eru útbúgvin tryggingarfólk, og verða støðugt víðari útbúgvin.



Prenta útSend við mail