Um Trygd

Trygd
- tíðarhóskandi tryggingar

Trygd er eitt nútímans tryggingarfelag, ið bjóðar øll sløg av skaðatryggingum til privatpersónar og virkir. Tryggingarnar verða støðugt lagaðar eftir tørvinum hjá viðskiftafólkunum. Okkara starvsfólk eru útbúgvin tryggingarfólk, og vit leggja stóran dent á støðuga førleikamenning og útbúgving.
Fá tilboð

Vit hjálpa tær at velja røttu tryggingarnar

image

Trygd hugsar um teg

Okkara missión, visión og virði eru grundarlagið undir sambandinum við kundar, samstarvsfelagar og samfelagið. Trygd er dótturfelag hjá BankNordik, og innanhýsis samstarvið í Trygd og BankNordik-samtakinum byggir eisini á hetta virðisgrundarlag.

Missión 

Vit gera tað lætt at taka røttu avgerðina

Visión

Best til at skapa varandi og nýggj samstørv við kundar

Virði

  • Dugnasemi

  • Eldhugi

  • Framsøkni

image

Eitt sindur av søgu

Trygd varð stovnað  í 1932 og er harvið elsta tryggingarfelag í landinum. Í 57 ár kundi Trygd tó ikki selja tryggingar, tí einkarrættur var á føroyska tryggingarmarknaðinum frá 1940 til 1. januar 1997, tá hann varð tikin av.

Tá einkarrætturin varð tikin av, setti Føroya Banki nýggjan pening í felagið, og 2. februar 1998 fór Trygd aftur undir at selja tryggingar; í fyrstu atløgu familju- og sethúsatryggingar. Síðani er útboðið av tryggingum alsamt víðkað, og í dag bjóðar Trygd flestallar skaðatryggingar til privat viðskiftafólk og til føroyska vinnulívið.

image

Trygging, sum er løtt at skilja

Í Trygd leggja vit stóran dent á, at okkara tænasta er greið og løtt at skilja. Hjá okkum fært tú:

  • Treytir, sum eru greiðar og lættar at skilja

  • Skjóta hjálp, tá skaðin er hendur

  • Holla og skjóta tænastu

  • Ráðgeving innan einhvønn tryggingartørv

  • Serkøna vegleiðing og ráðgeving 

image

Hetta kanst tú vænta tær

Tá ið skaði hendir, gera vit alt fyri at tryggja tær eina so skjóta og góða tænastu umframt trygga mannagongd í skaðaviðgerðini sum til ber. Vit leggja okkum eftir, at tað er sama starvsfólkið, ið viðgerð tín skaða, til málið er avgreitt

Minni skaðar kunnu ofta avgreiðast gjøgnum telefon. Harvið sleppur tú undan at skriva eina skaðafráboðan. Hendir ein skaði, kanst tú gjøgnum Skaðatænastuna fáa hjálp alt samdøgrið, allar dagar – alt árið.

Fáa tíni hús stóran skaða, er Trygd hjá tær skjótast gjørligt. Tú fært hjálp til innivist og pening til keyp av klæðum og mati. Trygd eigur eini hús í Havn, sum verða nýtt til innivist.
 

Skifta til Trygd?

Ynskir tú at skifta til Trygd, avgreiða vit alt í sambandi við skiftið fyri teg. Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg og avtala nærri.

Tú ert eisini altíð vælkomin at støkka inn á gólvið hjá okkum á Oknarvegi 5 í Havn ella á deildunum hjá BankNordik og Norðoya Sparikassa kring landið.