Vanlukkutrygd

  

Vanlukkutrygd veitir tær hjálp, tá óhappið hendir


 

Vanlukkutrygd, er títt persónliga trygdarnet, um tú skuldi verið fyri vanlukkutilburði.

Tú fært, undir ávísum treytum, hjálp, fyri bæði minni skaðar, so sum tann- ella brilluskaða, ella ein meira álvarsaman skaða, har tú verður avlamin við í minsta lagi 5% orsaka av einum vanlukkutilburði. Vanlukkutryggingin hjá Trygd er ein heiltíðarvanlukkutrygging, og tryggjar teg tí alt samdøgrið. 

 

Hevur tú børn, er tað eisini týdningarmikið at tekna eina vanlukkutrygging til tey. Ynskir tú at tekna Barnavanlukkutrygd, so les meira um hesa tryggingina her

 

Vit hava hækkað dygdina av okkara Vanlukkutrygging.

Nú umfatar eitt møguligt endurgjald frá Trygd millum annað sálarhjálp, plastiskar skurðviðgerðir og keyp av brillum, kontaktlinsum ella hoyritóli um hetta er neyðugt orsakað av einum vanlukkutilburði, sum er umfataður av tryggingini. Somuleiðis veita vit nú eitt ískoytisendurgjald, um tú verður avlamin við meira enn 30%.

 

Samstundi sum vit hækkað dygdina av tryggingini, so at hon nú umfatar fleiri viðurskiftir og fulnaðir enn áður, hava vit lækkað kostnaðin. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við Trygd, um tú vilt hava meira kunning um Vanlukkutrygd og kostnaðin av henni. Vit veita tær fegin vegleiðing og ráðgeving.


Teknar tú Vanlukkutrygd hjá Trygd, avgreiða vit, at núverandi trygging verður uppsøgd.

 

Av tí at hetta er ikki ein fullfíggjað lýsing av vanlukkutryggingini, so mæla vit tær til eisini at lesa tryggingartreytirnar og faldaran fyri Vanlukkutrygd. Hesi kanst tú heinta niður við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

 

Tak niður faldara fyri Vanlukkutrygd her 

Tak niður treytir fyri Vanlukkutrygd her

Tak niður umsóknarblað fyri Vanlukkutrygd her

Tak niður umsóknarblað fyri Barnavanlukkutrygd her 

  


Prenta útSend við mail