Arbeiðsskaðatrygd

 


Váðauppgerðin kann útfyllast beinleiðis á Kundaportalinum hjá Trygd.

 

 

Vegleiðing um hvussu váðauppgerðin fyri Arbeiðsskaðatrygd skal fyllast út.

 

 

1. Fyrst verður rita inn á Kundaportalin. Fyri at rita inn á kundaportalin trýst her

2. Skrivið nú tykkara kundanummar og loyniorð í teigarnar og trýstið á knøttin, sum eitur RITA INN. Tykkara loyniorð og kundanummar standa ovast til høgru á brævinum, ið Trygd sendi um váðauppgerðina fyri arbeiðsskaðatrygd 13. desember 2012.

3. Tryst á tryggingarskjalsnummari sum hoyrir til tryggingina Arbeiðsskaðatrygd (byrjar við talinum 45).

4. Ovast til høgru undir teiginum Valmøguleikar er knøtturin OPNA FRÁBOÐAN. Tá trýst verður á hendan knøttin, koma tit beinleiðis til váðauppgerðina, og klárt er at skráseta í teigarnar.

5. Tá skrásetingin er liðug, trýst á send, og tú fært eina kvittan fyri, at vit hava móttikið váðauppgerðina.

 

Les vegleiðing um hvussu váðauppgerðin skal fyllast út her

Les vegleiðing um hvussu ein brúkar kundaportalin her

 

 

Tað er umráðandi, at váðauppgerðin verður útfylt og send okkum aftur innan 14 dagar frá 13. desember 2012

 

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Trygd.


Prenta útSend við mail