Veitst tú, hvat tú eigur?

 

Tað kann gerast dýrt, um innbúgvið er tryggjað fyri ov lága upphædd, og alt skal keypast av nýggjum.  Hinvegin er ongin orsøk at gjalda ov nógv fyri tína innbúgvtrygging. Tí er altíð gott, við jøvnum millumbilum, at kanna eftir, hvat virði títt innbúgv hevur.

 

 


 

 

Her kanst tú kanna, um títt innbúgv er tryggjað fyri røttu upphæddina. Listin, ið tú finnur við at trýsta á leinkjuna niðanfyri, kann vera ein vegleiðing hjá tær, tá tú ásetur virðið á tínum innbúgvi. 

 

Familjutrygd er tann tryggingin, ið m.a. tryggjar títt innbúgv, og í hesi tryggingini ásetur tú tína tryggingarupphædd. Tryggingarupphæddin er tað virðið, ið tú metir, at títt innbúgv hevur. Tað er tín ábyrgd sum tryggingartakari at áseta røttu tryggingarupphæddina. Um tú hevur sett tryggingarupphæddina til t.d. 300.000, og virðið á tínum innbúgvi er 600.000, so kann hetta gerast ein trupulleiki. Um títt innbúgv fær skaða, sum Trygd veitir endurgjald fyri, so hevur tú eina trygging, ið bert veitir tær endurgjald fyri helvtina av skaðanum. 

 

Fyri at sleppa undan hesi keðiligu støðu, mæla vit tí til, at tú fyllir listan út, og setur virðið á títt innbúgv. Royn at hugsa um hvørt rúm fyri seg, men minst tó til allar lutir hjá øllum persónum í húskinum. 

 

Trýst her, so sært tú listan, ið kann vegleiða teg at áseta virðið á tínum innbúgvi.


Minst til at:

  • Eitt gott ráð er at taka myndir av serligum lutum, sum t.d. málningum, smykkum, ektaðum teppum, designaramøblum og øðrum serligum lutum. Goym kvittanir fyri dýrar og serligar lutir í minsta lagi 5 ár. Avrit av myndum og kvittanum ber til at goyma í bankaboks, á persónligum goymslum á alnótini ella heima hjá familju ella vinfólki.  

  • Tá tú teknar tær trygging fyri títt innbúgv, so minst til at boða Trygd frá um tú hevur innbúgv á fleiri bústøðum. 

  • Vit mæla til, at tú boðar okkum frá, um tú eigur nógvar serligar lutir, so sum antikvitetir, designaramøblar, ektaði teppir, málningar, smykkir, nógv kjøt í frystara ella í hjallinum og aðrar lutir, ið hava stórt virði fyri teg og títt húski. 

  • Set heldur tryggingarupphæddina eitt sindur hægri, enn tú metir virðið vera, so hevur tú tikið hædd fyri, at virðið av tínum innbúgvi kann hækka.

  • Hvítvørurnar eru tryggjaðar undir Sethúsatrygd. Býrt tú til leigu, og eigur tínar hvítvørur, so skulu hesar teljast við í tínum innbúgvi.

  • Vask, WC og baðikar er tryggjað undir Sethúsatrygd. Býrt tú til leigu, so hygg í tín leigusáttmála, tí summir útleigarar áleggja leigaranum ábyrgdina fyri t.d. vask, WC og baðikar. Minst til at siga Trygd frá, um tín leigusáttmáli áleggur tær ábyrgdina fyri hesum.

 

 

Minst til at hetta er ikki ein fullfíggjað lýsing av Familjutrygd. T.d hava ávísar skaðaorsøkir, m.a. stuldur, við sær avmarkingar í endurgjaldinum fyri summmar lutir.  Tú kanst lesa meira í okkara tryggingartreytum um m.a. skaðaorsøkir, endurgjaldsupphæddir og avmarkingar í  endurgjaldinum. Tryggingartreytirnar fyri Familutrygd finnur tú her 

 

 

Prenta útSend við mail