Veitst tú, hvat tú eigur?

Veitst tú, hvat tú eigur?
Er innbúgvið rætt tryggjað?

Tað kann gerast dýrt, um innbúgvið er tryggjað fyri ov lága upphædd, og alt skal keypast av nýggjum orsakað av skaða. Hinvegin er ongin orsøk at gjalda ov nógv fyri tína innbúgvstrygging. Tí er altíð gott, við jøvnum millumbilum, at kanna eftir, hvat virði títt innbúgv hevur.

Vit mæla tær tí til at kanna, um innbúgvið er tryggjað fyri røttu upphæddina. Niðanfyri finnur tú ein lista, sum tú kanst brúka sum vegleiðing, tá ið tú ásetur virðið á innbúnum. 

Familjutrygd

Familjutrygd er tann tryggingin, ið m.a. tryggjar títt innbúgv, og í hesi tryggingini ásetur tú tína tryggingarupphædd. Tryggingarupphæddin er tað virðið, ið tú metir, at títt innbúgv hevur. Tað er tín ábyrgd sum tryggingartakari at áseta røttu tryggingarupphæddina. Um tú hevur sett tryggingarupphæddina til t.d. 300.000, og virðið á tínum innbúgvi er 600.000, so kann hetta gerast ein trupulleiki. Um títt innbúgv fær skaða, sum Trygd veitir endurgjald fyri, so hevur tú eina trygging, ið bert veitir tær endurgjald fyri helvtina av skaðanum. 

Fyri at sleppa undan hesi keðiligu støðu, mæla vit tí til, at tú fyllir listan út, og setur virðið á títt innbúgv. Royn at hugsa um hvørt rúm fyri seg, men minst tó til allar lutir hjá øllum persónum í húskinum. 

Vegleiðandi listi til virðisáseting

Trýst her, so sært tú listan, ið kann vegleiða teg at áseta virðið á tínum innbúgvi.

 
Lat okkum hjálpa tær

Ivast tú í, um innbúgvið er rætt tryggjað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Saman finna vit røttu loysnina til tín.