Viðlíkahald av tínum húsum

 

Gert tú ábøtur á húsini, so hvørt sum tú varnast, at tørvur er á umvælingum, kanst tú fyribyrgja stórum skaðum, ið kunnu fáa álvarsligar avleiðingar.

 

T.d. kann sjálvt ein lítil leki hava álvarsaman soppaskaða við sær, um tú ikki kemur fram á lekan, meðan tíð er.

 

Umframt at gera stóran skaða á húsini er soppur eisini heilsuskaðiligur fyri húsfólkið. Vit mæla tær tískil til at kanna húsini fyri skaða, sum kanska fjalir seg:

 

  • Hava tekja og inndekningar fingið skaða, t.d. eru hol, rivur ella seymir leysir á tekjuni? 
  • Eru rivur í grund, sokkli ella útveggjum?
  • Eru merkir á klædninginum, og hvussu er við roti sum heild?
  • Er træið í vindeygunum bleytt ella merkt av soppi, og eru rútar punkteraðir?
  • Er væta ella myrkir plettir á veggjum?
  • Eru hyljar á tekjuni?
  • Eru takrennur og rennustokkar typt?
  • Eru ristir typtar?
  • Er luktur frá oljutanga og kloakk?

 

Um tú javnan setur tíð av til eftirlit og viðlíkahald av tínum húsum, minkar tú um vandan fyri, at smáir skaðar fáa stórar avleiðingar fyri teg og tíni hús. Hevur tú ikki sjálv/ur umstøður ella hug at taka tær av eftirlitinum av húsunum, ber til at fáa ein handverkara at taka sær av uppgávuni.