Vinnuferðatrygging

 

 

Vinnuferðatryggingin fevnir um starvsfólk, tá tey ferðast uttanlands í vinnuligum ørindum.


  

Fulnaður verður veittur, tá:

  • Viðføri verður seinkað

  • Viðføri verður burtur, stolið ella oyðilagt

  • Onkur skal fylgja einum sjúkum starvsfólki

  • Um eitt starvsfólk doyr ella verður avlamið vegna sjúku ella vanlukku

 

Gott at vita: 

  • Ársgjaldið verður roknað eftir væntaðum tali av ferðadøgum og gjørt upp eina ferð um árið

  • Tann ferðandi kann seta seg í samband við neyðardepilin hjá Trygd allan sólarringin

 

Ring til Vinnudeildina á 35 81 00. Vit hjálpa tykkum at finna røttu tryggingarloysnina.



Prenta útSend við mail