Virkisábyrgd

 

 

Virkisábyrgd fevnir um endurgjald, sum virkið verður álagt at gjalda fyri í sambandi við skaða hjá ella á viðskiftafólki, starvsfólki ella triðja persóni.


 

 Dømi um skaðar, har Virkisábyrgd veitir fulnað:

  • Skaði á lutir hjá viðskiftafólki meðan arbeitt verður

  • Um viðskiftafólk koma til skaða í sambandi við vitjan á virkinum

  • Skaði á onnur fólk, meðan arbeitt verður

 

Hvør er fulnaðurin?

 

Fíggjarlig krøv sum kunnu verða áløgd virkinum ella starvsfólkunum vegna skaða, virkið ella starvsfólk verða ábyrgdaði fyri, og sum er íkomin vegna virksemi hjá virkinum. 

 

Tí mæla vit til at tygum hava Virkisábyrgdartrygd.
 

Ring til Vinnudeildina á 35 81 00. Vit hjálpa tykkum at finna røttu tryggingarloysnina.

 

 

 

Prenta útSend við mail