Trygd stuðlar Summarfestivalinum
16/7-2012

Aftur í ár fer Trygd at stuðla Summarfestivalinum. Í hesum sambandi hava vit funnið fram nøkur góð festivalráð til tín, sum ætlar tær á Vágsbø.


• Hugsa um oyrini - nýt oyraproppar um ljóðið er ov hart
• Hugsa um vesku - drekk nokk av vatni
• Hugsa um at fara til síðurnar, ella bakka, um tú merkir at áhoyrarafjøldin trokar og trýstir fram ímóti pallinum
• Hugsa um hinar festivalgestirnar, sum eisini vilja hava tað hugnaligt, trygt og stuttligt
• Hugsa um fjøldina – tveit tí ikki við lutum á økinum
• Hugsa um børnini og annars øll tey, sum ikki hava somu førleikar ella styrki sum tú at
   síggja ella flyta seg á økinum
• Hugsa teg um, so at rúsevni, heilivágur ella svøvnloysi ikki setur teg ella onnur í eina óhepna støðu
• Hugsa um hvar útgongdir og rýmingarleiðir á festivaløkinum eru
• Hugsa um tíðina – kom í góðari tíð til konsertirnar um tú ætlar at standa fremst, heldur enn at troka teg fram ímóti pallinum seinni
• Hugsa teg um 


Í kunningardiskininum hjá Summarfestivalinum letur Trygd armbond til børn, har foreldur kunna skriva sítt telefonnummar á, og oyraproppar. Um tú skrivar títt telefonnummar á armbondini, so finna tit lættari saman aftur, skuldu tit mist hvønnannan burtur.


Trygd ynskir øllum ein góðan Summarfestival.
 


Back