Ókeypis oyraproppar og navnaarmbond til børn á Summarfestivalinum
5/8-2016

Tað ber til at njóta tónleikin og samstundis ansa eftir hoyrnini, sum jú skal halda alt lívið.

Tí lata vit aftur í ár øllum gestum á Summarfestivalinum ókeypis oyraproppar í kunningardiskinum við festivaløkið. Eisini lata vit ókeypis navnaarmbond til børn, og harumframt ber til at keypa eina serliga oyrnavernd til børn fyri 100 kr.

 

Vit ynskja øllum ein góðan og tryggan Summarfestival!


Back