Trygd 9,1 mió. kr. í avlopi
19/8-2016

Árið hevur higartil roynst sera væl hjá Trygd. Hálvársroknskapur felagsins vísir, at úrslitið áðrenn skatt gjørdist 11,1 mió. kr. Til samanberingar var úrslitið sama tíðarskeið í fjør 0,6 mió. kr. Sostatt er hálvársúrslitið áðrenn skatt betrað við góðum 10 mió. kr.

 

Orsakirnar til góða úrslitið eru fleiri, og serliga er tað gongdin á skaðaøkinum, sum hevur verið munandi betri fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Sostatt hava skaðaendurgjøldini verið lægri enn væntað.

 

“Vit hava havt eitt gott hálvár, og vit eru sera væl nøgd við úrslitið. Seinastu tíðina hava vit ment fleiri nýggjar og nútímans tryggingartænastur til kundar okkara, og hetta hevur eisini havt øktar inntøkur við sær. Harumframt sæst økta sølan av bilum aftur í størri inntøkum frá biltryggingum. Ein týðandi orsøk til góðu gongdina er harafturat, at vit ikki hava verið rakt av stórvegis stórum skaðum higartil í ár,” sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

 

Góða samfelagsgongdin sæst aftur

So hvørt sum fólkatalið veksur, gerast ognirnar fleiri í tali, og harvið verður eisini meira at tryggja. Hetta sæst aftur í tryggingarinntøkunum. Bruttotryggingargjøldini eru hækkað við 1,7 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2015. Samstundis hevur sølan av bilum ongantíð verið størri enn nú, og mongu nýggju bilarnir hava eisini hægri inntøkur frá biltryggingum við sær.

 

Gott tryggingartekniskt úrslit

Tryggingartekniska úrslitið fyri fyrra hálvár var 10,3 mió. kr. samanborið við 1 mió. kr. fyrra hálvár 2015. Í tryggingarhøpi verður tryggingartekniska úrslitið brúkt til at vísa úrslitið uttan íløguavkast. Tað vil siga, at tryggingartekniska úrslitið vísir, hvussu sjálvt kjarnuvirksemið hjá felagnum stendur seg.

 

 

Útlit fyri seinna hálvár 2016

Trygd væntar, at harða kappingin á tryggingarmarknaðinum seinastu árini fer at halda fram, og at inntøkurnar fara at hækka nakað seinna hálvár 2016. Ársúrslitið verður væntandi 11-15 mió. kr. Eginogn felagsins var 76,8 mió. kr. við hálvárslok, og hetta verður mett at vera nøktandi.

 

 

Hálvársroknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið áðrenn skatt var 11,1 mió. kr. samanborið við 0,6 mió. kr. árið fyri
  • Hálvársúrslitið eftir skatt var 9,1 mió. kr. samanborið við 0,5 mió. kr. árið fyri
  • Tryggingartekniska úrslitið var 10,3 mió. kr. samanborið við 1 mió. kr. árið fyri
  • Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 1,7 mió. kr. samanborið við árið fyri og eru nú  55,3 mió. kr.
  • Skaðaendurgjøld fyri egna rokning vóru 33,8 mió. kr. samanborið við 41,2 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri.
  • Bruttoskaðaprosentparturin lækkaði úr 69,7 fyrra hálvár 2015 til 47,7% fyrra hálvár 2016, og hetta verður mett at vera gott.

 

Hálvársfrágreiðingin kann takast niður her.

 

Nærri upplýsingar

Janus Thomsen, stjóri: telefon 358 101, teldupostur: jat@trygd.fo


Back